Lurta
Tíðindi - 01. desember 2022

Tilboðini uppá Húsareynstunnil og ráveg latin upp

Í dag var lisitatión í sambandi við ger av rávegi og tunli í sambandi við innkomuvegin. At talan er um ráveg merkir, at ovasta lagið vantar.

Tá freistin var farin vóru tvey standard tilboð komin inn, umframt tvey alternativ tilboð.

Tilboðið frá J&K Petersen ljóðaði uppá 310.296.671,10 kr

Tilboðið frá Articon ljóðaði uppá 293.055.268,00 kr

Articon hevði harumframt tvey alternativ uppskot, eitt uppá 289 miljónir og eitt uppá 261 miljónir.

Umsitingin fer nú saman við ráðgevum at nærlesa innkomnu tilboðini.

Tunnilin verður sum arbeiðsheiti nevndur Húsareynstunnilin.