Lurta
Tíðindi - 15. november 2023

Tilhaldið í Kollafirði 35 ár

Tilhaldið Kollafjørður 1

Í dag varð hátíðarhildið, at 35 ár eru liðin, síðani Tilhaldið í Kollafirði lat upp.

Tilhaldið í Kollafirði lat upp 14.november 1988. Tilhaldið er tað elsta í Tórshavnar kommunu.

Nógv fólk vóru komin í føðingardag, og lagið var gott. Góður harmonikutónleikur var á skránni, og fleiri tóku eisini orðið.

Nógv tiltøk eru á skránni hjá Tilhaldinum gjøgnum ár og dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, rósti leiðaranum og starvsfólkunum fyri nógvu tiltøkini, ið tey skipa fyri.

Borgarstjórin vísti í røðu sínari eisini á, at nú stovnurin fyllir runt eigur kanska at verða hugsað um at seta út í kortið fyri komandi árini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað er langt síðani, at kommunan setti pening av til at keypa eitt grundøki til at gera nýggjan felags eldradepil í Kollafirði.

Málið um staðsetingina kom fyri á stóra borgarafundinum í Kollafirði í summar. Her stóðst stórt kjak um staðsetingina sum endaði við, at fundurin einmælt mælti til at leggja eldradepilin á Todnesi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at málið nú liggur hjá Búnaðarstovuni, men vísti á, at kommunan arbeiðir fyri at fáa eina skjóta loysn.