Lurta
Tíðindi - 14. mars 2023

Tilhaldið í Tórsgøtu fyllir 25 ár

Móttøka var í Tilhaldinum í Tórsgøtu í øllum kavarokinum í morgun, nú Tilhaldið fyllir 25 ár. Veðrið forðaði ikki fyri, at hópur av fólki møttu til hátíðarhaldið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti tillukku og hugleiddi eitt sindur um Tilhaldið.

- Tórshavnar kommuna hevur, sum tit sjálvandi vita, altíð verið frammanfyri sína tíð – og tá vit vistu, at 1999 var altjóða eldraár, so gjørdi kommunan sjálvandi tá av at lata okkara eldru í Havn Tilhaldið longu árið fyri, í 1998.

- At byrja við fekk Tilhaldið fígging til raksturin frá Almannastovuni, men tá henda játtan varð strikað, tók Tórshavnar kommuna sjálvandi um endan.

- Soleiðis tryggjaði kommunan eldru borgarunum møguleikar at menna seg og ríka gerandisdagin, sum hevur alstóran týdning fyri lívs­­­dygdina.

- Onkur helt tað kanska var eitt sindur stórtøkið, at lata pensjónistunum fínastu hús í býnum.- Men øll hesi 25 árini hava hesi stásiligu hús staðið sum karmur um gerandis­dagin hjá túsundtals fólkum. Tilboðini hava verið óendaliga mong, tey flestu vald við tí fyri eyga, at tey skulu vera fyribyrgjandi, heilsu­fremj­andi og øll geva lívsdygd.

- Tey, ið fyrimyndarliga hava varðað av húsinum, hava eisini hegnisliga og við virðing fyri søguliga og mentanarliga virðinum, skipað fyri áhaldandi umvælingum og ístand­setan. Og endamálið hjá Tilhaldinum er framvegis at varðveita og menna heilsuna, so lívsdygd fram­hald­andi gong­­u­r aftur sum ein reyður tráð­­ur gjøgnum lívið.

- Tilhaldið er ein stovnur, har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí ein­staka er í hásæti, har øll kenna seg væl, fáa nýtt síni evni og førleikar, læra og hava tað stuttligt. Her er ongin limaskapur, øll eru vælkomin.

- Húsið her er frá 1906. Ein vakur og hugtakandi bygningur úr timbri í erva, settur oman á høga kjallaragrund av gróti. Tá bygningurin varð bygdur her á vestara Húsagarðsbøi, kostaði hann 60 túsund krónur.

- Áhugavert at nevna, at samlaði kapitalurin, settur var í Føroya Banka sum filial av Landmandsbanken í 1906, vóru 300 túsund krónur, harav privatir føroyskir íleggjarar einans áttu 5%.

- Føroya Banki flutti í nýggja bygningin í 1958 og í mong ár helt Tekniski Skúlin til her. Tilhaldið virkar undir Heilsu- og umsóknartænastuni. Og hvørt ár á Grækarismessu er aðalfundur í Tilhaldinum, har húsfólkini velja eina nevnd. Nevndin er ráðgevandi hjá leiðaranum, Eirik Suna Danielsen, og hevur fund eina ferð um mánaðin.

- Játtanin í fjør var 1.4 miljón. Í dag eru 3 starvsfólk, umframt rørsluvenjarar, skeiðsundirvísarar  o.o. Og tað møta yvir 300 fólk upp til ymisk tiltøk um vikuna. So hetta eru eini ótrúliga aktiv hús.

- Í dag er so føðingardagur við øllum tí, sum hartil hoyrir – millum annað er ein stuttlig framsýning av góðum fólki og virksemi hesi 25 árini. Eg fari at ynskja øllum hjartaliga tillukku við degnum við bestu ynskjum fyri alt virksemið her í húsinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi at enda, at føðingardagsgávan frá Tórshavnar kommunu hesaferð er eitt nýtt ljóðannlegg til Tilhaldið, sum hann vónaði, at øll fóru at verða glað fyri.