Lurta
Tíðindi - 19. juni 2023

Tilmeldingin til Ungt Summar letur upp í dag kl. 14

Ungt Summar 1. Juli 2022

Klokkan 14 í dag lata vit upp fyri tilmeldingum til Ungt Summar.

Ungt summar er ein verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um 14 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í. Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.

Verkstovurnar í ár eru hesar:

  • Tekniverkstova
  • Seymiverkstova
  • Prent/Grafikkverkstova
  • E-sportsverkstova
  • Livestreaming-verkstova
  • Heimasíðuverkstova
  • Smúkkuverkstova
  • Sangskrivaraverkstova
  • Tónleikaframleiðsluverkstova
  • Filmsviðgerðarverkstova
  • Dungeons & Dragons-verkstova
  • Leikstjóraverkstova
  • Leirverkstova


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini. Har kanst tú eisini lesa meira um ymisku verkstovurnar.

Ungtsummar2023 (fabrikkin.fo)

Stongt verður fyri tilmeldingum týsdagin 27. juni kl. 13. Plássini verða lutað út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin.

Hevur tú spurningar ella ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at skriva til petur@torshavn.fo.