Lurta
Tíðindi - 14. mars 2024

Tit eru fyrimyndir

Hondbóltslandsliðið Í Móttøkuhúsinum 01 1200Px

Móttøka var í dag í móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu fyri hondbóltslandsliðinum hjá monnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu, og greiddi millum annað frá um høllina við Tjarnir, sum verður innilokað á Ólavssøku. Borgarstjórin vísti á, at hetta fer at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti. Landsliðsspælararnir vóru sera spentir um hetta.

Í røðuni vísti borgarstjórin eisini á, at tað eru ikki nógv, ið kunnu breggja sær av, at 10 prosent av fólkinum fer av landinum at fylgja einari kapping, men tað kann hondbóltslandsliðið.

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

“Og tá tit so vóru á vøllinum í Berlin, -  ja, so steðgaði alt upp her heima, tí øll fylgdu við.

Í hvørjari kaffistovu í landinum varð spurt, - fer tú at hyggja eftir dystinum, ella - sást tú dystin?

Og ja, vit sóu allar dystirnar.

Og vit fylgja framvegis við, og vit stuðla tykkum, nú tit fara undir nýggjar avbjóðingar.

--

Og tit hava gjørt mun, tí vit hoyra í miðlunum, at áhugin hjá børnum og ungum at spæla hondbólt er stórur.

Og tit eru fyrimyndirnar, tað kunnu tit vera ernir av.

Tit eru eisini góðar fyrimyndir, tí tit seta tykkum mál og røkka teimum, - bæði sum lið og sum einstaklingar.

Tit eru eitt virðiligt umboð fyri land okkara. Vit eru errin av tykkum.”