Tjóðleikhúsið – eitt portur til miðbýin
Tjóðleikhúsið skal byggjast undir Krákusteini við Eystaruvág. Tað er úrskurðurin hjá dómsnevndini, sum hevur mett um bestu staðsetingina til Tjóðleikhúsið. Dómsnevndin fekk sjey ymisk uppskot at taka støðu til, og flestu uppskotini peikaðu á økið undir Krákusteini við Eystaruvág.

- Hetta er ein spennandi verkætlan, sum er góð fyri lívið í Havnini og serliga miðbýin, sum fær enn meira lív, segði borgarstjórin, Heðin Mortensen.
Uttanríkis- og mentamálaráðið fóru í fjør undir eina tilgongd um at staðseta Tjóðleikhúsið í Havnini. Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, varðar av arbeiðinum at fáa gongd á arbeiðið at gera Tjóðleikhús til allar føroyingar.

Nú fer málið til viðgerar í Tórshavnar býráð, sum skal taka støðu til staðsetingina. Millum annað skal byggisamtyktin broytast fyri at loyva Tjóðleikhúsinum framat undir Krákusteini við Eystaruvág.
Dómsnevndin metir, at uppskotini hjá ávikavist Henning Larsen NA og Zeta architects / Brim Arkitektum høvdu bestu staðsetingina.

