Tíðindi - 10. juli 2026

Tørvar tær serflutningsloyvi á ólavsøku?

Bussleiðin-á-ólavsøku-28.-juli-2024_2_web_RD

Akfør, ið flyta fólk sum nýta rullistól, kunnu fáa loyvi at seta fólk av í Steinatúni á ólavsøku.

Fyri at sleppa innum ferðsluforðingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu er tó neyðugt, at serflutningsakfarið er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið á staðnum veit, hvørji akfør eru góðkend at koyra oman í Steinatún. Send kommununi ein teldupost til torshavn@torshavn.fo við navni og telefonnummari hjá kontaktpersóni umframt skrásetingarnummarið á akfarinum.

Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku. Eftir kappróðurin er eisini koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.

Tú kanst lesa meira um ferðsluna, tiltøk, trygd og serflutningsloyvi á kunningarsíðu okkara um ólavsøkuna.

Ólavsøka 2026

 

Serflutningsbussur og pláss fyri rørslutarnað á ólavsøku

Serflutningsbussurin hjá Tórshavnar kommunu er góðkendur frammanundan og verður nógv bílagdur til flutning av fólki í rullistóli. Tú skalt tó góðkennast sum brúkari av serflutningstænastuni, áðrenn tú fært nýtt bussin. Gev gætur, at tað tekur okkum umleið eina viku at viðgera tína umsókn. Les meira um, hvussu tú søkir góðkenningina, á síðu okkara um serflutning til rørslutarnað. 

Pláss eru sett av við ráðhúsið til fólk í koyristólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir midnáttarsanginum.

Serflutningur til rørslutarnað