Lurta
Tíðindi - 21. oktober 2023

Tónar í heimsflokki

21Okt23orpheidrangar10 ÓF Web

“Mál okkara, føroyskt og svenskt, eru runnin úr somu norrønu rót, og brøðramál okkara hava ríka felags sangmentan í sær, ið vit gera alt fyri at hjúkla um og halda í hevd, og gjarna deila við onnur.”

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a., tá hann helt røðu í Norðurlandahúsinum í seinnapartin í samband við konsert hjá Tórshavnar Manskóri og svenska kórinum Orphei Drängar.

Gott kvøld øll somul.

Eg skal vegna Tórshavnar kommunu takka fyri innbjóðingina og bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til ein sera forkunnuga kórkonsert í heimsflokki.

Vit fara at hoyra tónar og sang saman við okkara egna Tórshavnar Manskóri og við víðagitna svenska manskórinum Orphei Drängar.

Tórshavnar Manskór hevði um adventina í fjør líknandi konsertrøð saman við Karlakóri Reykjavíkur, ið eydnaðist sera væl.

Nú hevur Tórshavnar Manskór tikið eitt uppaftur størri tak og hevur fingið higar til Føroya Orphei Drängar. Hetta kórið verður roknað millum heimsins bestu manskór.

Orphei Drängar er stovnað heilt afturi í  1853, tá kolerasjúka herjaði í Uppsala. Býurin var allur í sóttarhaldi, og fyri lætta um keðsemið møttust studentar til sang og tónleik.

Og tað er ikki sørt, at henda søgan um byrjanina hjá kórinum minnir um okkara egnu upplivingar; tað er jú so stutt síðani koronafarsóttin slepti takinum, men undir sóttarhaldinum upplivdu vit eisini stórt listaligt hugflog og virksemi her heima.

Í griksku gudalæruni verður Orfeus roknaður sum faðir at sangi og streingjaspæli. So væl sang og spældi Orfeus, at hann kundi temja villdjór og fáa trø og klettar at dansa.

Og tað er sama loyndarfulla Orfeus, sum William Heinesen, heiðursborgari í Havnini, -  og kendur víða hvar - , dregur íblástur frá í meginskaldsøgu síni um teir glataðu spælimenninar.

Í kvøld fara vit at njóta tvey stór og spennandi kór, ið vit sum norðbúgvar eru errin um at eiga. Hesi manskór eru við til at skapa týdningarmikla ímynd av norðurlendskum kórsangi og mentan -  eisini í  altjóða ljósi.

Mál okkara, føroyskt og svenskt, eru runnin úr somu norrønu rót, og brøðramál okkara hava ríka felags sangmentan í sær, ið vit gera alt fyri at hjúkla um og halda í hevd, og gjarna deila við onnur.

Vit í Norðurlondum hava altíð sungið og kvøði, og vit gera tað enn. Mangan gera vit tað við íblástri úr mentanararvi okkara, har sagnir, kvæði, skjaldur og sálmar eru við til at skapa hugaheim okkara og medvit okkara sum tjóðir og menniskju, og sum støðugt leggur aftrat nútíðar list og mentan.

Tað frøðir okkum, at konsert sum henda letur seg gera, har vit fáa bæði yndisligan og mergjaðan sang.

Støðið er høgt – sera høgt, og nógv arbeiðið liggur aftanfyri. Og tað er mín vón, at hetta føroyskt-svenska samstarvið kann viðvirka til enn meira mentanarsamstarv millum býir og lond okkara.

Við hesum orðum fari at eg ynskja øllum eina góða konsert við Tórshavnar Manskóri og Orphei Drängar.

Takk fyri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri.