Tíðindi - 26. februar 2026

Tórshavnar býráð samtykt nýggjan umhvørvispolitikk

46De3770 F445 4E78 942A 0187Ea3a6d01

Við yvirskriftini “Saman um grønu framtíðina” varð umhvørvispolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu 2026-2032 samtyktur av býráðnum hóskvøldið.

Nýggi umhvørvispolitikkurin leggur dent á hesi trý høvuðsøki:

·         Náttúra og lívmargfeldni: Ein kommuna við sterkum vistskipanum, har náttúra og menniskju trívast

·         Útlát og orka: Ein kommuna við munandi minni útláti av vakstrarhúsgassi. Í 2040 skal útlátið av vakstrarhúsgassi í Tórshavnar kommunu sum landafrøðiligari eind vera netto-null.

·         Ringbúskapur og burturkast: Ein kommuna við burðardyggari nýtslu og minni burturkasti. Samlaða nøgdin av burturkasti at brenna skal minka 20% í 2030 sammett við 2024.

Høvuðsøkini eru deild í 19 lutmál, sum kommunan ætlar at røkka. Til at røkka málunum eru ásett ítøkilig átøk at fremja komandi árini. Umhvørvispolitikkurin fevnir um tíðarskeiðið 2026 til 2032, men summi av málunum peika tó longri fram í tíð.

Yvirskipaða málið er, at Tórshavnar kommuna strembar eftir at vera millum fremstu kommunur í Norðurlondum innan umhvørvisloysnir, og at útlátið av vakstrarhúsgassi í 2024 er netto-null, sum merkir, at útlát og upptøka av CO2 javnviga.