Tíðindi - 26. mai 2026

Tórshavnar kommuna ger arkitekturpolitikk – og vil hoyra tína meining

Arkitekturpolitikkur 2026_thumbnail6_1280x720

Tórshavnar kommuna er í eini tilgongd at gera ein arkitekturpolitikk og skipar í hesum sambandi fyri borgarafundum við áhugabólkar. Harumframt er ein spurnarkanning løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, ið hevur til endamáls at fáa innlit í hugburð og meiningar, ið skulu leiðbeina arkitekturpolitikkin.

Allir borgarar í kommuni, og onnur, ið hava tilknýti, og sum brúka høvuðsstaðarkommununa ella hava meiningar um evnið, eru vælkomin at trýsta á leinkið niðanfyri og svara spurnarkanningini. Kanningin er dulnevnd og tekur umleið fimm minuttir at svara.

Svara spurnakanningini


Arbeiðið at gera nýggjan arkitekturpolitikk verður eftir ætlan liðugt í ár

Framleiðsla: Júst so v. Gorm Just
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Rødd: Annika Hoydal