Tíðindi - 28. juni 2023

Tórshavnar kommuna gjørt sáttmála um Skúlanet

Sáttmála Skúlanet 28.6.23 Nr1

Á felagsmyndini frá vinstru: Heini Gaard, mentamálaleiðari, Birgir av Steinum, deildarstjóri KT Landsins, Durita Tausen, Deildarstjóri Gjaldstovan, Heðin Mortensen, borgastjóri, Hjalmar Hansen, stjóri Undirvísingarstýrið og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.

Tórshavnar kommuna, Gjaldstovan/KT Landsins og Undirvísingarstýrið hava í dag skrivað undir sáttmála um Skúlanet. Sáttmálarnir um Skúlanet og Skjalhald, sum vórðu undirskrivaðir í dag, fevna um allar teir kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Skúlanet er liður í heildarætlan fyri KT-umsiting fyri alt tað føroyska undirvísingarverkið, og sum m.a. fevnir um ein nýggja lestrarfyrisitingarskipan.

Aftrat sáttmálanum um Skúlanet er eisini ískoytissáttmáli undirskrivaður um Skjalhald, sum er ein felags skjalasavnsloysn, hvørs endamál er at tryggja einsháttaða og rætta málsviðgerð í øllum undirvísingarverkinum.

Sáttmálarnir um Skúlanet og Skjalhald, sum vórðu undirskrivaðir í dag, fevna um allar teir kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Við sínum umleið 3.000 fólkaskúlanæmingum eru hesir sáttmálar eitt týðandi grundarlag fyri samlaðu heildarætlanina.

Umframt vanligar tænastur og vegleiðing innan KT-umsiting, veitir Skúlanet KT-trygd sambært KT-trygdarpolitikki og galdandi Dátuverndarlóg, eins og skúlarnir í rammuavtalu kunnu taka lut í felagsinnkeypi av teldum, skíggjum v.m., og soleiðis fáa tað bíligari.
Um ársskiftið byrjar tilgongdin at knýta allar kommunalu skúlarnar í Skúlanet, og eftir ætlanini er tann síðsti skúlin komin uppí fram móti sumrinum 2024.