Lurta
Tíðindi - 15. apríl 2024

Tórshavnar kommuna hitti næmingarnar á Glasi

Hósdagin 11. apríl vóru umboð fyri Tórshavnar kommunu til árliga tiltakið Vinnan vitjar á Glasi, har stovnar og fyritøkur hittu miðnámsnæmingar og greiddu teimum frá sínum virksemi.

Nógv lesandi vitjaðu básin hjá Tórshavnar kommunu, har tey fingu innlit í arbeiðsmøguleikarnar og kundu melda seg til starvsávísaran hjá kommununi.

Vit takka teimum lesandi fyri vitjanirnar og vóna at síggja fleiri av tykkum aftur í starvi hjá okkum.