Tíðindi - 22. oktober 2026
Tórshavnar kommuna keypir lendi á Signabø
Býráðið hevur í dag samtykt at keypa lendi á Signabø frá Betri Banka fyri 2.6 mió. kr. Økið, sum er góðar 12.000 fermetrar, liggur væl fyri og er væl hóskandi sum byggilendi.
Tórshavnar kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir við lendinum, men tað hevur týdning at hava lendi tøkt til eitt nú bústaðir og tænastur. Við keypinum fær kommunan ognað sær eitt øki, sum kann vera hóskandi til framtíðar bygging í Kollafjarðarøkinum.
Nú møguleiki var fyri at keypa byggilendi á Signabø, hevur býráðið samtykt at taka av tilboðnum.