Lurta
Tíðindi - 18. mars 2024

Tórshavnar kommuna letur 250.000 kr. í stuðli til verkætlanir um vatn

Umhvørvisstuðul 2024 Forsíðumynd 2650x800px

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Umhvørvisevnið í 2024 er vatn. Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars 2024.

Valdu umhvørvisevnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.

Umhvørvisevnið í 2024 er vatn. Vatn hevur verið nógv frammi í seinastuni – bæði drekkivatnið, svimjivatnið í áum, ósum og á sjónum og ikki minst spillivatnið. Við hesum evni verður arbeitt serliga við heimsmálunum nr. 6 og nr. 14.


Heimsmál nr. 6

Reint vatn og reinføri skal tryggja øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt.

Vit skulu millum annað betra um vatngóðskuna við at minka um dálking, steðga dumping av burturkasti og minka sum mest um útlátið av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillivatni skulu skerjast, og endurframleiðsla og endurnýtsla verður økt nógv um allan heim.

Og vit skulu verja og endurskapa vistskipanir, tengdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslur og vøtn.


Heimsmál nr. 14

Heimsmál 14 snýr seg um at verja lívið í havinum. Vit skulu varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

 

Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars. Á umhvørvisvikuni, sum verður í viku 19, verður kunngjørt hvørjar verkætlanir fáa stuðul. 250.000 krónur eru tøkar at søkja.

Les meira og søk á síðu okkara um umhvørvisstuðulin 2024:

Umhvørvisstuðul til verkætlanir um vatn