Lurta
Tíðindi - 10. januar 2024

Tórshavnar kommuna lýsir eftir trivnaðarstjóra

Ráðhúsið

Tórshavnar kommuna lýsir nú eftir trivnaðarstjóra. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðslustarv við stórari ábyrgd.

Trivnaðarstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av millum øðrum dagstovnaøkinum, skúlamálum, barnavernd og mentanarøkinum.

Fakligu førleikarnir til umsøkjaran eru m.a. viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni ella aðra viðkomandi útbúgving, og viðkomandi leiðsluroyndir og evni at leiða saman við øðrum og gjøgnum aðrar leiðarar.

Starvið er lønt sambært 38.lønarflokki í lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins umframt 15% í eftirløn. Stjórasáttmáli verður gjørdur.

Umsóknarfreistin er mánadagin 22.januar 2024 klokkan 23.

Meira er at frætta um starvið á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.