Tórshavnar kommuna og Felagið Tórshavn undirskrivað avrikssáttmála fyri 2022
Felagið Tórshavn hevði aðalfund Í gjárkvøldið. Í hesum sambandi nýttu borgarstjórin, leiðsla og nevnd í felagnum Tórshavn høvið til at undirskriva avtalu sum ásetur, hvørji mál Visit Tórshavn skal loysa í 2022.
Visit Tórshavn verður rikið av felagnum Tórshavn og fíggjað við stuðulsjáttan frá Tórshavnar kommunu.
Endamálið við Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring av Tórshavn og menning av vinnuferðavinnu.
Í 2022 skal Visit Tórshavn serliga leggja dent á arbeiðið at orða nýggja ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, at gera strategi við málum og lutmálum fyri vinnuferðavinnu fram til 2030 og menna og stuðla undir innlendis ferðavinnuni sum heild í kommununi.
Arbeiðið við at fremja skeltingarætlanina, sum fevnir um lendisgøtur í kommununi, bygd- og gongutúraskelti og vitjanarverd støð í kommununi eldur áfram. Gongst sum ætlað fær Visit Tórshavn nýggja heimasíðu í 2022.

