Tíðindi - 06. mars 2025

Tórshavnar kommuna og Felagið Tórshavn undirskrivað avrikssáttmála fyri 2025 og 2026

Mynd1 (1)

Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir avrikssáttmála við Felagið Tórshavn.

Felagið Tórshavn fevnir um City Tórshavn, sum verður fíggjað við limagjaldi og øðrum inntøkum frá m.ø. tiltøkum av ymsum slag og Visit Tórshavn, sum er fíggjað við stuðulsjáttanum frá Tórshavnar kommunu.

Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring og menning av vinnuferðavinnu. Har til hoyrir m.a. at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag í kommununi, at kunna um tiltøk og sum heild, at menna ferðavinnuna í Tórshavnar Kommunu á burðardyggan hátt.

Í 2025 og 2026 verður hildið fram við at seta seinastu átøkini í ferðavinnupolitikkinum í verk. Eisini fer Visit Tórshavn m.a. framhaldandi at skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri ferðavinnuna, at skelta til ferðafólk og kunna um gonguleiðir í kommununi og mangt annað, ið mennir Tórshavnar kommunu sum ferðamál.

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, Elsa Berg, borgarstjóri og Henny á Líknargøtu, forkvinna í Felagnum Tórshavn, skrivaðu undir sáttmálan í morgun.