Lurta
Tíðindi - 15. desember 2023

Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava gjørt avtalu um tilbúgving

Heri Sverrason Heðin Mortensen Avtala 15Des23 84A9240

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Sands kommuna skrivað undir samstarvsavtalu um tilbúgving í samband við Sandoyartunnilin.

Hetta er ein stórur dagur, vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, samdir um.

Sandoyartunnilin kemur upp í Traðardali, sum liggur í Sands kommunu. Tískil hevur Sands kommuna ábyrgdina fyri tilbúgvingini. Hetta er ein stór uppgáva, og tí hevur Sands kommuna vent sær til Tórshavnar kommunu um samstarv.

Við hesi avtalu bindur Tórshavnar Sløkkilið seg til at røkja allar uppgávur í sambandi við tilbúgvingina í Sands kommunu, harímillum eisini í Sandoyartunlinum.

Tilbúgvingin er undir dagligari leiðslu av tilbúgvingarleiðaranum hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. Tilbúgvingarnevndin fyri Sands kommunu hevur dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av tilbúgvingini.  

Sambært avtaluni fer Tórshavnar Sløkkilið at hava dagliga raksturin og átaksábyrgdina í Sandoyartunlinum. Men ábyrgdin liggur framvegis hjá Sands kommunu.

Tunnilin letur upp 21.desember.

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands Kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skriva undir samstarvsavtaluna um tilbúgving.

Heini Østerø, leiðari Tórshavnar Sløkkilið, Heri Sverrason, borgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Marnar Højsted, kommunustjóri í Sands Kommunu, Heini Østerø, leiðari Tórshavnar sløkkilið, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og komandi kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.