Lurta
Tíðindi - 28. februar 2023

Tórshavnar kommuna skal hava nýggjan vinnupolitikk

Tórshavnar kommunu fer nú undir arbeiðið  at orða ein vinnupolitikk í Tórshavnar kommunu. Seinni árini hevur kommunan sett fokus á ferðavinnu og ferðavinnupolitikk. Nú verður sjóneykan sett á vinnulívið í høvuðsstaðnum sum heild.

Umboð fyri vinnuna vísa við jøvnum millumbili á, at vinnan hevur tørv á betri kørmum at virka undir og at tað er ov trupult at samskifta við kommununa og at kommunan sum heild tykist ov langt burtur frá vinnulívinum.

Kristianna Winther Poulsen forkvinna í Vinnunevndini sigur í viðmerking, at tað er ikki uppgávan hjá kommununi at reka vinnulív. Tað ger privata vinnan. Uppgávan hjá kommununi er at skapa hóskandi karmar soleiðis, at vinnan og vinnuliga virksemi, kunnu virka, mennast og vaksa.

Tíðin er búgvin til at ein vinnupolitikkur verður orðaður soleiðis, at býráðið, umsitingin og vinnulívið hava felags mál at arbeiða fram ímóti og eina ætlan fyri, hvussu málini verða rokkin.

Politikkurin verður grundaður á viðkomandi hagtøl, kanningar, frágreiðingar og samskift verður við vinnulív, handilsfeløg og áhugabólkar fyri at tryggja at sjónarmiðini hjá ymsu pørtunum verða viðgjørd. Í løtuni verður søkt eftir verkætlanarfólki at standa fyri arbeiðinum. Umsóknarfreistin er 6.mars.

Umboð fyri Vinnunevndina í Tórshavnar kommunu vitjaðu fyri stuttum fyritøkurnar Sóljuglas, Mál og Skómakaran, sum allar halda til á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Tað er umráðandi at fáa innlit í, hvussu stórar og smærri fyritøkur og vinnulívsfólk í kommununi, sum heild virka, og um tað eru viðurskifti, sum kommunan eigur at arbeiða við fyri at skapa betri karmar.