Lurta
Tíðindi - 22. mars 2023

Traðabrekka sambindast við Hoyvíksvegin

Traðabrekka er sera brøtt og ofta torfør at ferðast í um veturin. Tí hava íbúgvar við vegin víst á møguleikan at binda eystara enda av Traðabrekku yvir í Hoyvíksvegin. Økið, ið liggur ímillum, er ogn hjá Tórshavnar kommunu.

Málið er gamalt, men nú herfyri heittu íbúgvar enn einaferð á kommununa um at skipa so fyri, at koyrandi verður beinleiðis yvir í Hoyvíksvegin og at tryggar gonguleiðir verða gjørdar. Samstundis verða tiltøk gjørd fyri at fyribyrgja hálku í sjálvari brekkuni.

Umsitingin hevur nú skotið upp at gera sáttmála um prosjektering. Málið er samtykt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.