Tíðindi - 26. oktober 2026

Tríggir starvsdagar á Dagstovninum á Hamrinum

23Okt26 84A4327

Fríggjadagin var hátíðarhald á Dagstovninum á Hamrinum fyri trimum starvsfólkum, sum hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í ávikavist 20 og 25 ár.

 

Hesi vóru Edith Petersen og Joan M. Poulsen, sum báðar hava starvast hjá kommununi í 25 ár og Sóley Martinsdóttir við Garð, sum hevur starvast í 20 ár. 

Tað hevur so ómetaligan stóran týdning, at starvsfólk trívast væl. At arbeiða á einum dagstovni er nakað heilt serligt. Tað eru tit, sum eru um børnini gjøgnum dagin, síggja einstaka barnið, skapa tryggleika og gera dagstovnin til eitt gott stað at vera", segði Elsa Berg, borgarstjóri m.a. í røðu síni. 

Edith byrjaði í Tórshavnar kommunu sum dagrøktari. Síðani hevur hon starvast á Dagstovninum á Hamrinum. Fyrstu í nógv ár sum hjálparfólk, og seinastu árini sum varaleiðari.

Joan byrjaði sum hjálparfólk í útibarnagarðinum í Skótahúsinum í Viðarlundini. í 2003 hevur hon verið á Dagstovnin á Hamrinum.

Sóley byrjaði sum hjálparfólk í útibarnagarðinum í Havnardali. Síðani hevur hon arbeitt á Dagstovnin í Øksnagerði og seinastu mongu árini hevur hon starvast á Dagstovninum á Hamrinum.

 

Tórshavnar kommuna takkar tykkum øllum trimum fyri tykkara stóra arbeiði.