Tíðindi - 01. mai 2023

Tríggjar nýggjar brúgvar í Havnardali við nýggjum gøtukervi

Hósdagin kl 14.30 verður avhendan av trimum nýggjum brúm í fríøkinum í Havnardali. Verkætlanin við tilhoyrandi gøtukervi er júst liðug.

Áhugað hittast á parkeringsøkinum við Sandá í Havnardali (sí viðheftu mynd), haðani gingið verður niðan á fyrstu brúnna, har borgarstjórin bjóðar vælkomin og hugleiðir um verkætlanina kl. 14.35.

Aftaná verður snórurin til fyrstu brúnna kliptur. Aftaná kunna tey, sum hava hug, ganga ein túr eftir lendisgøtuni tvørturum allar brúgvarnar. Endað verður aftur á parkeringsplássinum. Túrurin tekur bara einar 20 minuttir.