Tíðindi - 12. september 2025

Tríggjar starvsfólkaheiðranir hjá barnatannrøktini

Mynd6

Fríggjadagin vórðu trý starvsfólk heiðraði fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barna- og ungdómstannrøktini.

Hesi vóru Karla Dahl og Alma Hansen, sum báðar høvdu 40 ára starvsdag fyrr í ár, og Ann-Britt Midjord, sum hevði 30 ára starvsdag hósdagin 11. september.

Unn Jakobsen, leiðari á barna- og ungdómstannrøktini, og Elsa Berg, borgarstjóri, søgdu nøkur orð, og síðani fingu tær tríggjar handaðar gávukurv og gull- og silvurheiðurstekin frá kommununi fyri ávikavist 40 og 30 ára starvsdagar, umframt blómutyssir frá barna- og ungdómstannrøktini.

 

Frá vinstru Elsa Berg, Ann-Britt Midjord, Karla Dahl, Alma Hansen og Unn Jakobsen