Tíðindi - 13. august 2020

Tryggari ferðsluumstøður á Karlamagnusarbreyt

Í eini umlegging av ferðsluviðurskiftunum á Karlamagnusarbreyt, er kommunan í gongd við at gera skúlaleiðina frá Atlagøtu til rundkoyringina í Rólantsgøtu tryggari, við at lýsa parkeringsforboð í báðum síðum, og einvegis ferðslu niðan eftir Karlamagnusarbreyt, frá Ingibjargargøtu til innkoyringina til skúlan.

Í dag eru litaðir ferðslusteyrar settir á vegbreytina í báðum síðum, so bilar ikki parkera á gongubreytarøkinum. Ferðsluskelti verða nú sett upp og fyrst í komandi viku verða ferðslusteyrarnir skiftir út við avmerkingar á vegnum.

Orsakað av, at nógvur grevstur er í samband við bygging á nevnda vegastrekki á Karlamagnusarbreyt, hevur kommunan valt at bíða við at gera gongubreytina, til byggivirksemið er liðugt.