Tvær kvinnur fingið stuðul til solosang

Beinta Ingeborg Greve og Sanna Bæk Hoydal hava fingið játtaðan stuðul úr Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein.
Tórshavnar kommuna umsitur grunnin, sum fekk tvær umsóknir í ár, og báðar umsóknirnar vórðu gingnar á møti.
Stuðulin er 20.000 krónur í part.
Beinta Ingeborg Greve er 21 ára gomul og úr Nólsoy, men býr í Reykjavík, har hon gongur á Listaháskóla Íslands við klassiskum sangi sum høvuðsgrein.
Áðrenn tað hevur hon eisini gingið á miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla, har hon hevur fingið undirvísing í solosangi.
Hon hevur verið virkin á nógvum tónleikapallum og framført sang og sjónleik. Eitt nú hevur hon verið solistur hjá Føroya Symfoniorkestri og í Ólavsøkukórinum á Tinghúsvøllinum.
Sanna Bæk Hoydal er 22 ára gomul og býr í Tórshavn.
Eisini hon hevur gingið á miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla og fingið undirvísing í solosangi har.
Hon hevur verið solistur í ymiskum verkætlanum, millum annað í verki hjá Teiti Lassen í 2019, í Ólavsøkukórinum á Tinghúsvøllinum og til jólakonsertir hjá Symfoniorkestrinum, og hevur harumframt eisini gingið á tónleikaskúla í Danmark.
Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.