Tíðindi - 17. juni 2025

Tvær Michelinstjørnur til Paz

Paz

Nýggja matstovan Paz hjá Poul Andriasi Ziska varð mánadagin heiðrað við ikki bert einari, men tveimum Michelinstjørnum.

Tað eru bert góðir tveir mánaðir síðan Paz læt upp í Dr. Jakobsens gøtu, men longu nú hevur hon fingið tvær Michelinstjørnur í einum.

“Vegna Tórshavnar kommunu ynski eg Poul Andriasi Ziska og øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum á Paz hjartaliga til lukku við hesum stóra heiðrinum,” sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

“Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um, at Havnin nú hevur eina matstovu við tveimum Michelin-stjørnum, sum eisini leggur dent á eina matskrá við føroyskari matmentan og føroyskum rávørum. Tað er nakað, vit øll kunnu vera errin av”, sigur Elsa Berg.