Tvær milliónir til frítíðarskúlar við Eysturskúlan og Skúlan á Fløtum
Børnini í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum skulu hava betri karmar um frítíðarskúlatilboðini. Torshavnar býráð hevur játtað tvær milliónir krónur til at arbeiða víðari við ætlanunum um nýggjar frítíðarskúlar á teimum báðum skúlunum.
Av játtanini fara 1,5 mió. kr. til verkætlanina við frítíðarskúlanum í Eysturskúlanum, og 500.000 kr. fara til til verkætlanina á Fløtum.
Stórur tørvur á nýggjum hølum
Frítíðarskúlin í Eysturskúlanum er sum nú er býttur soleiðis upp, at annar árgangurin heldur til í Smílibýlinum, sum er eitt sethús á Stoffalág, og hin heldur til fyribils lonini Garðalon. Sum heild eru hølini ov lítil og ljóðviðurskiftini vánalig.
Frítíðarskúlin í Skúlanum á Fløtum er eisini býttur millum tvær staðsetingar. Børnini í forskúlanum og 1. Flokki eru í skúlanum, men frítíðarskúlin hevur eingi egin hølir. Tí eru børnini, sum nú er, í gongini og í skúlastovunum hjá forskúlanum. Tað hevur avbjóðingar við sær, og bæði børn og starvsfólk hava tørv á betri hølum. 2. Flokkur er í Spíranum, sum heldur til í fyribils lonum og felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnadali. Har er ov trongt og avbjóðingar eru við uttanumøkinum.
Betri karmar til frítíðarskúlabørnini
Við játtanin kann ferð setast á verkætlanirnar at fáa betri og meira hóskandi karmar til frítíðarskúlarnar.
Býráðið samtykti málið á býráðsfundi 17. September.