Tíðindi - 20. februar 2026

Tveir nýggir elbilar til Reinhaldið

19Feb26 84A8076

Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið tveir nýggjar sonevndar feiibilar, og fyri fyrstu ferð er talan um elektriskar feiibilar.

Annar av elbilunum skal vera í Havn, og hin skal vera í Kollafirði.

Kommunan hevur havt seks feiibilar – tríggjar stjórar og tríggjar minni – og teir hava allir verið diesel. Nú tveir nýggir minni el-feiibilar eru komnir, verður ein av teimum gomlu minnu bilunum tikin úr nýtslu.

Sostatt verður samlaða talið av feiibilum í Havn framvegis seks, men nú er ein av teimum elrikin. Harumframt kemur so ein nýggjur el-feiibilur at vera í Kollafirði burturav.

Nýggju bilarnir eru meira framkomnir enn gomlu diesel-bilarnir og kunnu millum annað eisini taka upp úr vegbrunnum, sum kemur væl við, til dømis tá ristir fram við vegnum eru tiptar.

Feiibilarnir hjá kommununi eru í gongd hvønn dag, eisini um vikuskiftið, og sum oftast verður byrjað tíðliga á morgni, áðrenn býurin er vaknaður.

Nýggju bilarnir kunnu koyra umleið átta tímar upp á eina løðing, og teir verða mettir at hava 10 ára livitíð.

Bilarnir, sum eru av slagnum Rasko Lynx, eru gjørdir í Kroatia.

Kommunan hevur keypt bilarnar frá MBM.

Kostnaðurin er umleið 1,8 mió. krónur fyri hvønn.

 

Nýggju feiibilarnir hjá Reinhaldinum kunnu koyra umleið átta tímar upp á eina løðing
Annar av nýggju feiibilunum skal vera í Kollafirði burturav
Nýggju feiibilarnir eru gjørdir í Kroatia. Kommunan hevur keypt bilarnar frá MBM
Nýggju el-feiibilarnir sigast hava eina livitíð uppá 10 ár
Bergur Robert Dam Jensen, kollfirðingur og formaður í teknisku nevnd í býráðnum, fegnast um, at annar av nýggju feiibilunum skal vera í Kollafirði burturav
Nýggir kustar feia best, verður sagt