Lurta
Tíðindi - 03. november 2023

Tveir starvsdagar í Tórshavnar kommunu

Starvsdagar 02.11.2023
Elisabeth Rasmussen 40 Ára Starvsdag Ebba Vilhelm 10 Ára Starvsdag Heðin Mortensen, Starvsdagar Býlingshúsið Millum Gilja Starvsdagar Elisabeth Rasmussen Og Ebba Vilhelm
1 / 5

Stórur dagar var í Býlingshúsinum millum Gilja í gjár. Umframt 35 ára føðingardagin hjá Býlingshúsinum, vórðu tvey starvsfólk heiðraði.

Elisabeth Rasmussen fekk gullheiðursmerki.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Elisabeth Rasmussen, námsfrøðingi, gullheiðursmerkið frá Tórshavnar Kommunu fyri 40 ára tænastu.

Í røðu sínari vísti borgarstjórin m.a. á, at Elisabeth er millum fyrstu námsfrøðingar, ið fingu prógv í Føroyum.

- Góða Elisabeth. Tú var ein av fyrstu námsfrøðingunum ið fingu prógvið í Føroyum. Tað var í 1990. Elisabeth hevur starvast í Tórshavnar kommunu í meira enn 41 ár. Tí hevur hon holla vitan og royndir. Og tað kemur starvsfeløgunum til góðar. Eg veit, at tit á stovninum ofta siga, “eg fari líka at spyrja Elisabeth.”

--

Starvsfelagarnir siga, at tú er festlig, og tey ivast ongantíð, hvar tú er, tí tú gongur og næstan altíð og murrar eitt lag.

--

Elisabeth, við tær fáa børnini ein góðan førning. Tí tú dugir at brúka náttúruna og føroysku mentanina í arbeiði tínum. Tað sæst aftur á stovninum, og tað hoyrist aftur millum børnini.

Ebba heiðrað fyri 10 ára starvsdag

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Ebbu Vilhelm blómutyssi fyri 10 ára starvsdag, og segði m.a. hetta í røðu sínari:

- Tú er smílandi, opin og løtt at koma í samband við, siga starvsfelagarnir um teg. Hetta eru góðir eginleikar í umráðandi starvinum, sum tú hevur.

- Tá tú arbeiðir á dagstovni er ongin dagur líka. Men tú hevur tann serstaka eginleika, at tú dugir at síggja tað stuttliga og góða í næstan øllum.

--

Í hesum døgum skal alt ganga so skjótt. Vit hava sjáldan tíð at steðga á. Men um teg, Ebba, siga starvsfelagar: “Ebba hevur eina nærveru, sum skapar eina ró.”

Og júst hesir eginleikar – nærvera, at vera til staðar, og friður – eru umráðandi fyri børn og ung.

--

Nógv fólk var komið saman til stóra dagin í Býlingshúsinum millum Gilja. Umframt starvsdagarnir, var eisini 35 ára føðingardagurin hjá Býlingshúsinum millum Gilja hildin.