Tíðindi - 28. september 2020

Um burturbeining av leivdum eftir fletting

Nú verður flett, vigað og hongt upp um alt landið. Skynsamt er at burturbeina allar leivdir eftir fletting á rættan hátt, tað vil siga í afturlatnum plastposum í bingjurnar, sum eru merktar til lívrunnið.

Heitt verður samstundis á fólk um at tøma vemburnar væl, tí tað er sera dálkandi at brenna fullar vembur.