Lurta
Tíðindi - 16. september 2022

Um Hestleiðina - sjónarmið frá hestfólki

- Alla aðrastaðni í landinum verður roynt at betra samferðslukervið við tunlum, undirsjóvartunlum, vegum og betri ferðasambandi. Tí gevur tað onga meining at fara mótsettan veg, tá tað snýr seg um Hestoynna. Fólk á útoyggj hava sama tørv sum fólk í Havn ella Klaksvík at kunna koyra sínar vørur til hús og parkera í túninum.

Hestfólk hava gjørt eina samanfatan av, hvør tørvur er á rutunetinum á Hestleiðini. Í stuttum kann sigast, at ferðasambandið á leiðini er ónøktandi, tí oyggin fær ov fáar dagligar túrar.

Samanbera vit Hestleiðina í dag og hyggja áratíggju aftur í tíðina, so eru bæði skip og títtleiki betur enn fyri 50 árum síðan. Og tað er eisini tann natúrliga gongdin, tí allastaðni í landinum roynir mann at gera ábøtur á samferðslunetið.

Søguliga

Fyrst í 1970´unum vóru á leið 3 túrar um vikuna millum Hest og Havnina. Sum árini gingu fekk oyggin ferðasamband hvønn dag, og summar dagar tvær ferðir um dagin (fríggjadag og sunnudag, soleiðis at framhaldsskúlanæmingar kundu sleppa út í Hest um vikuskiftini). Tá var ikki møguligt hjá skúlanæmingunum at búgva í Hesti og ganga í skúla í Havn.

Nøkulunda áleið aldarskiftið gjørdist tað endiliga møguligt at búgva í Hesti og arbeiða/ganga í skúla í Havn, tí tá fingu hestfólk fart kl. 7 yvir á Gomlurætt mánadag til fríggjadag. Ferjan, sum fór úr Skopun nakað áðrenn kl. 7, legði at í Hesti á veg yvir á Gomlurætt. Ein morguntúrur hevði leingi verið eitt ynski hjá hestfólki, so hetta var eitt gott og neyðugt framstig.

Hesi næstu árini hevði Hest eitt hampiliga gott ferðasamband, har gjørligt var at fara til Havnar tíðliga um morgunin og aftur út í Hest seint seinnapartin. Fram móti 2016 vóru í fleiri ár 4-5 túrar dagliga – kl 7 (Hest-Gamlarætt), 8.45 (Gamlarætt-Hest), kl 17.15 (Gamlarætt-Hest-Skopun) og so ein á leið um 19.30-tíðina . Nakrar dagar í vikuni vóru haraftrat túrar kl 14.30.

Viðvíkjandi bilum, so ber í dag væl til at fáa bilin út í Hest, tí Teistin tekur nógvar bilar. Eisini bar til at fáa bil við í Hest, tá ið Tróndur og Sam sigldu onkur tíðarskeið. Við Rituni, sum sigldi nógv upp á Hest í 70´unum og 80´unum var gjørligt at fáa akfør við í oynna, men tá skuldi bilurin heysast umborð við krana.

Bumbað aftur í tíðina í 2016

At kalla øll árini hevur ferðasambandið í Hesti verið knýtt saman við Sandoyarleiðini – og nøkur tíðarskeið eisini við Koltursleiðini.

Men í november 2016 broyttist alt. SSL avgjørdi, at rutusambandið um Hestfjørð og Skopunarfjørð skuldi skiljast púra sundur. Í tí sambandinum strikaði SSL útvið 40% av túrunum millum Hest og Gomlurætt. Túrurin kl. 7 varð strikaður og tað sama við túrinum kl. 17.15. Hetta var ein sera dyggur smeitur fyri hestfólk. Knappliga hvarv møguleikin at búgva í Hesti og hava eitt arbeiði/ganga í skúla á meginøkinum.

Ferðaætlanin í dag er stutt sagt soleiðis, at nú hevur Hestur bara 2 túrar dagliga týsdag, hósdag og leygardag. Og 3 túrar dagliga mánadag, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Allir túrar eru tilkalling. Hetta merkir, at ringjast skal umborð á Teistan og bíleggja fartin í minsta lagi 1,5 tíma áðrenn fráferð av Gomlurætt.

Sigast skal, at í 2019 og partvís 2020 var Spógvin eitt tíðarskeið settur í sigling millum Hest og Gomlurætt, og hetta tíðarskeiðið fingu hestfólk mistu túrarnar aftur – men tó við einum ótíðarhóskandi báti.

Ótíðarhóskandi

Hestfólk halda, at ferðaætlanin er sera ótíðarhóskandi, tí ov fáir túrar eru. Hetta hevur fleiri óhepnar avleiðingar við sær.

Við verandi ferðaætlan ber ikki til at búgva í Hesti og arbeiða ella ganga í skúla í Havn. Fyrsti fartur úr oynni er kl. 9.05, og hetta merkir, at tú í fyrsta lagi kann møta til arbeiðis ella í skúla í Havn út móti klokkan 10. Hetta ger tað trupult hjá fólki undir pensjónsaldur at búgva í Hesti.

Tað er óhøgligt hjá hestfólki at sleppa til lækna og onnur ørindi í miðstaðarøkinum. Skalt tú t.d. til lækna kl 14, mást tú fara úr Hesti kl 9.05 og tú ert ikki aftur í oynni fyrr enn kl 19.30

Ferðaætlanin ger tað avbjóðandi at reka ferðavinnu í oynni, tí ov langt er millum túrarnar – serliga týsdag, hósdag og leygardag. Tað hendir meira enn so, at arbeiðspláss, sum ætla sær starvsfólkaútferð leygardag, velja Hest frá, tí tað er ov langt millum túrarnar.

Tað kann vera trupult og óneyðuga dýrt at fáa handverkarar út í Hest at gera umvælingar, tí teir mugu vera fleiri tímar í oynni, hóast uppgávan bara tekur ein hálvan tíma.

Fólkatal

Í dag eru 17 fólk skrásett at búgva í Hesti. Yngsta fólkið er 55 ár og elsta fólkið 87 ár. Fólkatalið í Hesti er minkað munandi seinastu áratíggjuni. Hetta er ein gongd, sum sæst aðrastaðni á smáplássum, men eftir okkara tykki eigur tað at vera gjørligt at fáa fólkatalið upp – í øllum førum partar av árinum. Men fyri at hetta skal lata seg gera, er alneyðugt við nøktandi ferðasambandi.

Hestur skal hava eitt ferðasamband, sum ger tað møguligt at:

  • búgva/gista í Hesti og ganga í skúla/arbeiða í Havn

  • fara til Havnar í læknaørindum/til handils/banka o.a.

  • reka ferðavinnu í oynni

  • reka landbúnað í oynni

  • ger tað møguligt at fáa handverkarar o.a. tænastuveitingar í oynna

Vit vita um ungfólk, sum hava hug at seta búgv í oynni, men í løtuni er hetta ógjørligt við vánaliga ferðasambandinum. Umframt tey fastbúgvandi er ein rúgva av fólki, sum hava tilknýti til oynna og sum javnan eru í Hesti – fleiri teirra gista nógv í Hesti serliga summarhálvuna, tá landbúnaðararbeiði og ferðavinna eru í hæddini.

Neyðugir túrar her og nú

Hestfólk hava gjørt eitt uppskot um, hvørjar túrar hestfólk halda vera tørvur á her og nú:

Vit ynskja tilkalling til allar túrar ½ tíma áðrenn fráferð, tó ikki av Gl.rætt/Skopun. Av tí at allir túrar eru tilkalling, meta vit, at hetta átti at latið seg gjørt.

Vit eru greið um, at í løtuni er neyðugt við nøkrum rutum, ið eru tengdar at Sandoyarleiðini. Tá Sandoyartunnilin letur upp í 2023 er ikki neyðugt at sigla um Skopunarfjørð meira.

Eftir at Sandoyartunnilin er komin, kundi ferðaætlanin sæð eitt sindur øðrvísi út, tó so, ynskja vit fimm túrar vikudagarnar og fýra/tríggjar túrar í vikuskiftinum.

Ferjan

Tað er sera umráðandi, at tað ber til at fáa bilar aftur og fram á hvørjari rutu á ferjuni, ið røkir hestleiðina. Fleiri ferðir um vikuna fara bilar um Hestfjørð við Teistanum. Serliga um vikuskiftini og um høgtíðirnar, tá tað ofta kunnu vera upp í 12-15 bilar í oynni. Men eisini mitt í viku er tørvur á at hava bil við sær til vøruflutning – tað kann vera matvørur, stikur, útgerð til ferðavinnu o.a.

Góð ferjulega er í Hesti og hestfólk hava seinastu umleið 30 árini havt ferju, sum tekur bilar. Tí er tað púra burturvið at tosa um, at hava eina ferju til Hestleiðina, sum ongar bilar tekur. Hetta er tað sama sum at flyta farleiðina langt aftur í tíðina.

Alla aðrastaðni í landinum verður roynt at betra samferðslukervið við tunlum, undirsjóvartunlum, vegum og betri ferðasambandi. Tí gevur tað onga meining at fara mótsettan veg, tá tað snýr seg um Hestoynna. Fólk á útoyggj hava sama tørv sum fólk í Havn ella Klaksvík at kunna koyra sínar vørur til hús og parkera í túninum.

Vit duga ikki at síggja at eitt skip, sum Erla Kongsdóttir nøktar tørvin á hestleiðini í framtíðini, t.d. tekur Erla Kongsdóttir bert bilar upp til 7 tons. Oljubilar, ruskbilar, renovatiónsbilar o.l. viga millum 25-32 tons. Harumframt tekur Erla Kongsdóttir bert einar 2 bilar. Hetta er ov lítið, tá hugsað verður um, at um vikuskiftini eru ofta munandi fleiri bilar enn hetta í oynni.

Eftir okkara tykki eigur ferjan á hestleiðini at taka í minsta lagi 7 persónbilar. Tað er SERA umráðandi, at hestfólk hava eina ferju, sum kann taka persónbilar HVØRJA ferð. Og hon eigur at kunna taka ruskbilar, oljubilar og líknandi akfør.

Eisini er neyðugt, at ferjan kann taka eini 80-100 fólk. Um summarið er fitt av ferðavinnuvirksemi í oynni, og fleiri bólkar tátta upp ímóti 100 fólkum. Summir eru uppaftur størri. Tí hevur tað týdning, at ferjan er lagað til vinnulívið í oynni.

Viðvíkjandi ferjuleguni, so hevur oyggin eina góða ferjulegu, har Teistin og onnur størri skip fáa lagt at. Tað er sera umráðandi, at ferjulegan ikki verður broytt soleiðis, at tað ikki ber til hjá størri ferjum at leggja at í framtíðini, um mann t.d. broytir verandi ferjulegu til eina, ið Erla Kongsdóttir kann brúka. Her hugsa vit hvør møguleikin er fyri t.d. eini hydrauliskari ferjulegu. Um so er, at ein ferja skal sigla út í Hest, sum hevur rampu, skal rampan klára 1,3 m flóð og 1,3 m fjøru frá miðalvatni.

Serlig tíðarskeið

Tað er serliga mánaðirnar frá mars til oktober, at nógv fólk er í Hesti. Tá fjøllini verða gingin í mars/apríl, skulu fjallfólk flytast í og av oynni. Tá liggja eisini páskirnar, har sera nógv fólk og bilar eru í Hesti.

Í mai og juni er nógv ferðavinnuvirksemi, tá starvsfólkaútferðirnar plaga at vera. Eisini vitja nógvir skúlanæmingar oynna á setursskúla. Hetta tíðarskeiðið er eisini virksemi við at seta eplir niður, hegna o.a.

Í juli og august er summarfrítíðin, og tá ferðast nógv fólk til og frá oynni. Her er eisini fjall og hoygging). Eisini eru starvsfólkaútferðir javnan í seinnu helvt av august.

Í september eru eplir, fjall og slakt fyri, og hetta hevur við sær nógva ferðing við fólki og bilum.

Harumframt eru nógv fólk í Hesti í jólafrítíðini, og tá kunnu vera upp í 12-15 bilar í oynni.

Fastbúgvandi – hvat er tað?

Í drúgva samskiftinum millum hestfólk og SSL um vánaliga ferðasambandið hevur SSL støðugt ført fram, at tey gera ferðasamband fyri tey fastbúgvandi – undirforstaðið at hetta ikki er fyri ferðafólk ella hestfólk, sum ikki hava fastan bústað í Hesti.

Hetta er ein ógvuliga afturúrsigldur og undarligur háttur at síggja sína uppgávu. Ferðaætlanin eigur sjálvsagt at vera løgd til rættis eftir teimum, sum hava tørv á henni. Í dag búgva fá fólk í Hesti og fólkatalið er minkandi.

Hóast lága íbúgvaratalið eru nógv fólk, sum hava sera tætt tilknýti til oynna og sum eru nógv í Hesti. Fleiri teirra eiga hús í oynni – antin einsamøll ella saman við øðrum. Hetta eru t.d. fólk, sum eru uppvaksin í Hesti, men sum búgva og arbeiða í Havn. Eisini hava nógv børn og barnabørn hjá hesum tætt samband við oynna og vitja nógv um vikuskiftini, í ferium og tá ymiskt arbeiði og tiltøk eru í Hesti. Nógv hava jørð og seyð í Hesti og hetta krevur, at tey eru javnan í bygdini í sambandi við fjall, lembing, slakt, hegning o.a. virksemi.

Ferðaætlanin eigur sjálvsagt at verða løgd til rættis eftir tørvinum, bæði hjá fastbúgvandi OG teimum, sum brúka farleiðina nógv. Sum áður greitt frá verður farleiðin í dag HVØRKI løgd til rættis eftir fastbúgvandi ella øðrum, sum vitja oynna í styttri og longri tíðarskeið.

SSL hevur ferð eftir ferð ført fram, at fastbúgvandi hestfólk sum heild eru nøgd við ferðaætlanina. Hetta er beinleiðis ósatt. SSL hevur ongantíð gjørt eina kanning millum hestfólk av verandi ferðaætlan. Tvørturímóti hava hestfólk fleiri ferðir skrivliga boðað SSL frá, at ferðaætlanin er sera ónøktandi.

Í dag og í framtíðini skulu vit eisini ansa eftir ikki at skilja so neyvt ímillum fastbúgvandi og ikki fastbúgvandi. Fólk eru meira mobil í dag, og nógv hava ein livihátt, har tey hava sín primera bústað eitt stað, men búgva partar av tíðini í øðrum stað. Hetta letur seg m.a. gera, tí tað ber til at røkja summar arbeiðsuppgávur við teldu og netsambandi.

Summi ungfólk eru forvitin eftir at royna bygdalívið og vita um tey trívast. Besti hátturin at vita, um ein trívist, er at búgva á staðnum eina tíð. Men í Hesti hava ungfólk ikki møguleika at royna hetta, tí tey mugu siga skúla og starv frá sær, um tey eitt tíðarskeið flyta út í Hest. Hetta er stórt spell, tí hetta tekur púrasta grundarlagið undan, at fólkatalið kann økjast í oynni.

Áskoðanin hjá SSL um at ferðasambandið út í Hest ikki er fyri ferðafólk og ferðavinnu er eisini ein løgin háttur at síggja vinnulív uppá. Fólk í Hesti reka ferðavinnu og sjálvsagt eigur ferðavinna at líkastillast við aðra vinnu, eitt nú fiskivinnu, aling og annað. SSL veitir skip og tænastur til flutning av fiski og øðrum farmi hjá vinnulívinum, og tí er tað ein sjálvfylgja, at tann vinnan, sum eitur ferðavinna, fær somu sømdir.

Umráðandi er at minnast til, at tá ferðasambandið í Hest skal bøtast, kann ikki væntast, at eitt “úrslit” kemur beinanvegin og at fólk fara at streyma út í Hest at búgva. Slíkt tekur fleiri ár at byggja upp.

Vit skulu minnast til, at ferðasambandið hevur verið sera vánaligt síðan 2016, og tey munnu vera fá, sum tora at flyta út í oynna eftir eitt tíðarskeið við so vánaligum sambandi. Áðrenn fólk flyta á eina útoyggj vilja tey vera vís í, at tey hava eitt ordiligt ferðasamband og at ferðaætlanin ikki brádliga verður broytt til tað verra. Tískil má ein loysn á Hestleiðini vera langsiktað og ikki vera avbrotin av ótolni um at síggja úrslit eftir nakrar vikur, siga hestfólk í skrivinum.

Lesið alt brævið her.pdf