Tíðindi - 13. november 2020
Um listprýðingina í Skúlanum á Fløtum
Listprýðing er ein týðandi táttur, tá ið størri byggiverkætlanir verða framdar í Tórshavnar kommunu. Soleiðis er eisini í Skúlanum á Fløtum, sum nú er er tikin í nýtslu.
Teir báðir Edward Fuglø og Jón Sonni Jensen hava listprýtt skúlan.
Arbeiðið at gera nýggja skúlan byrjaði á heysti 2016, og nú eru børn og starvsfólk farin til verka. Samlað vórðu setta av 2,5 mió.kr. til at listprýða nýggja skúlan.
Her kanst tú lesa um listprýðingina hjá Jón Sonna Jensen.
Her kanst tú lesa um listprýðingina hjá Edward Fuglø.
