Tíðindi - 14. apríl 2026

Umhvørvispolitikkurin lagdur fram í dag

Saman um grønu framtíðuna 2026 - 1920x1080 px_ed

"Saman um grønu framtíðina" er heitið á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum verður lagdur alment fram í Perluni í Havn týsdagin 14. apríl klokkan 16.30.

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin í Perluna at hoyra og síggja, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2026-2032 sær út.

Kommunan hevur sett sær fyri at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassi næstu árini, m.a. við at fremja grøna orkuskiftið í kommunalum bygningum og við at betra umstøðurnar hjá bleytu og kollektivu ferðsluni.

Eisini raðfestir kommunan at menna vitan um náttúruna, tryggja skynsama nýtslu av lendi og fáa reint umhvørvi á landi og við strendur. Ein partur av umhvørvisarbeiðinum verður at minka nýtslu, avmarka nøgdir av burturkasti og geva borgarum og vinnulívi betri møguleikar at skilja ruskið.