Tíðindi - 16. februar 2026
Umsóknarfreistin til snarstuðul broytt

Mynd: AURA myndir
Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti á fundi 11. februar 2026 at broyta leiðreglurnar fyri snarstuðli (t.e. verkætlanarstuðul upp til 20.000 krónur) og taka umsóknarfreistina á seks vikur burtur.
Kravið til umsóknir er nú einans, at tær skulu vera kommununi í hendi, áðrenn verkætlanin fer í gongd. Tað vil siga, at tað til dømis ber til at søkja dagin áðrenn eitt tiltak.
Viðgerðartíðin er upp til seks vikur, so um umsøkjarar ynskja svar, áðrenn verkætlanin byrjar, so er framvegis skilagott at søkja í góðari tíð. Les meira um stuðulstreytirnar á síðu okkara um verkætlanarstuðul til mentan og list.