Lurta
Tíðindi - 24. apríl 2024

Umvæla kloakkir

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta knappar 3,5 milliónir krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi.

Talan er um at hosufóðra kloakkirnar. Hetta verður gjørt við at kloakkirnar verða umvældar innanífrá. Á henda hátt slepst undan at grava vegir, gongubreytir og annað upp.

Nakrar kloakkir í kommununi eru longu umvældar við hosufóðring, og tað hevur eydnast væl.