Tíðindi - 19. mai 2021
Undirskrivað sáttmála um bryggjuna í Vágsbotni
Farið verður nú undir at breiðka bryggjuna í Vágsbotni frammanfyri sølubásarnar. Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum Articon og kommununa.
Býráðið samtykti 29. apríl at taka av einum tilboði frá Articon uppá eina sokallaða elementloysn. Hetta merkir, at bryggjukanturin framman fyri sølutorginum í Vágsbotni verður breiðkaður 2,5 metrar umleið 35 metrar framvið bryggjuni.
Í gjár seinnapartin varð sáttmálin undirskrivaður, frá vinstru Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jón Sigurdson, stjóri í Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

