Tíðindi - 13. oktober 2026

Undirvísing í Dysfagi

3 (1)

Heilsu- og umsorganartænastan ( H&U) arbeiðir støðugt við, at førleikamenna starvsfólkini í Heilsu- og umsorganartænastuni, soleiðis at starvsfólkini megna at veita hóskandi tilboð og tænastur til aldrandi borgaran í Tórshavnar kommunu.

Heilsu- og umsorganartænanstan skipaði  í september fyri undirvísing fyri heilsustarvsfólkum.

Evnið dysfagi er eitt felagsheitið fyri, tá fólk hava avbjóðingar við at eta, drekka, tyggja ella svølgja mat og drekka.

 

Undirvísingin hevur verið býtt í tvey.

Ergoterapeutar úr Heilsu- og umsorganartænastuni og frá øðrum eldrasamstørvum  hava luttikið í 5- daga undirvísing og hava nú grundútbúgvingina G/ FOTT ( Facial Oral Tract Therapy). Tað merkir, at tey kunnu gera metingar av førleikunum at tyggja og svølgja, og at gera ein leist fyri, hvat slag av kosti og vætu, sum er hóskandi til borgaran við svølg trupulleikum, og hvussu borgarin verður handfarin á rættan hátt.

Eisini hevur eitt daga skeið verið fyri røktar- og køksstarvsfólki. Uppgávan hjá røktarstarvsfólkunum er at eygleiða borgaran, og vera varin við, um borgarin hevur ringt við at tyggja ella svølgja, og um hann setur í hálsin. Køksstarvsfólkini eru tey, sum tillaga matin eftir tørvinum hjá borgaranum. Soleiðis verður arbeitt tvørfakliga um einstaka borgaran.

 

 

Tøl úr Danmark vísa, at umleið 70 % av borgarunum, sum búgva á eldrabústovnum í Danmark, hava dysfagi avbjóðingar.

Í H&U gjørdu vit í 2025 og 2026 tvørskurðskanning av borgarum, sum búgva á eldrabústovni í Tórshavn. Í apríl 2026 búðu 296 borgarar í H&U. Tvørskurðskanning, sum varð gjørd í H&U í apríl 2026 (í viku 16) vísir, at út av hesum 296 borgarum hava 27 (25) tekin um dysfagi og 9 (11) hava fingið staðfest dysfagi.  Tølini í ( ) eru tøl frá kanning í 2025.

Tað vil siga, at í apríl 2026 høvdu 9,12% borgarar tekin um dysfagi í H&U og 3,04% hava fingið staðfest dysfagi í H&U.

Tann – og munnstatus og munn – og tannrøkt hjá borgarunum hava eisini stóran týdning í mun til dysfagi.

Í somu tvørskurðskanning frá apríl 2026 vísir, at av 270 borgarum (URD er ikki við) hava 121 (93) borgarar hava egnar tenn, 56 (58) hava tannprotesu, 90 (80) hava egnar tenn, tannprotesu og ella brúgv og 3 (3) hava ongar tenn.

(Tølini í parantes eru frá tvørskurðskanning, gjørd í august 2025 – til samanberingar.)

Munurin á tølini frá 2025 – 2026 eru smá og kann væntast, at tølini reelt eru nógv hægri hjá okkum.

I mun til tannstatus sæst, at fleiri borgarar hava egnar tenn, sum krevur at veitt verður góða munn-og tannrøkt hjá borgarunum.

Hetta kann gevur eina ábending um, at arbeiðast má meira miðvíst við at kanna borgarar á eldrabústovnum fyri dysfagi.  Fyribyrgjandi tiltøk mugu setast í verk fyri at minka um feilsvølging, og harvið eisini oftani afturvendandi lungnabrunar hjá borgarunum. Hetta fyri at tryggja okkum, at borgarin fær betur lívsgóðsku. 

 

12 ergoterapeutar, 60 røktastarvsfólk og 4 køksstarvsfólk , har gott helvtin var úr Heilsu- og umsorganartænastuni,  hava luttikið í undirvísingini.

 

Tað er Annette Kjærsgaard,  sum er ergoterapeutisk specialist við ph.d.  innan Dysfagi, sum hevur undirvíst. Kirstin Ellingsgaard, ergoterapeutur og varadeildarleiðari í Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni, hevur skipað skeiðið, og leiðslan í Heilsu- og umsorganartænastuni hevur stuðla undir og raðfest dysfagi, sum eitt av átøkunum heystið 2026.