Tíðindi - 27. mai 2022

Ung í arbeiði verður ikki í ár

Ung í arbeiði á forsíðuni_1_2021

Tá arbeitt var við fíggjarætlanini fyri 2022 gjørdi Tórshavnar býráð av, at tiltakið Ung í arbeiði ikki verður í ár.

Ung í arbeiði varð upprunaliga sett í verk, tá tað var trupult hjá ungum at finna sær eitt arbeiði í summarfrítíðini, og soleiðis sleppa at royna seg í arbeiðslívinum. Tiltakið hevur øll árini verið vælumtókt, men støðan á arbeiðsmarknaðinum er ein heilt onnur nú, enn tá tiltakið byrjaði.

Í dag starvast nógv ung í síni frítíð í m.a. handils- og matstovuvinnuni. Og nú støðan við korona er broytt, er væntandi, at ferðavinnan tekur dik á seg aftur, og fer hetta at hava við sær ein vaksandi tørv á arbeiðsmegi í summar.

Fyri ikki at kappast við privatu vinnuna um avmarkaðu arbeiðsmegina, gjørdi býráðið tí av ikki at skipa fyri tiltakinum Ung í arbeiði í 2022.