Lurta
Tíðindi - 22. september 2022

Ungdómsbókasavnið latið upp á Býarbókasavninum

Leingi hevur verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum. Og loksins er ungdómsbókasavnið klárt at lata dyrnar upp fyri ungdóminum. Tí á ungdómsbókasavninum hava tey ungu endiliga fingið sítt egna stað, eitt bókasavn, sum er serliga innrættað til teirra.

Í dag er almennur upplatingardagur á ungdómsbókasavninum við røðum og framførslum, har høvi er at síggja nýggja ungdómsbókasavnið. Ungdómsbókasavnið er blivið eitt innbjóðandi stað, sum gevur teimum ungu íblástur, møguleikar og umstøður at vera á bókasavninum.

Á ungdómsbókasavninum er, umframt eitt gott úrval av ungdómsbókum á bæði føroyskum, donskum og enskum, eisini rúm fyri borðspølum, lesikrókum, teknirøðum, umframt avbera góðar lestrarumstøður. Nógv ymisk tiltøk eru á skránni allan dagin í dag.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, segði í røðu í morgun, at tað var á jóansøku í fjør, at býráðið samtykti at gera arbeiðstøkusáttmála við byggifelagið Valaverk, um at gera nýtt ungdómsbókasavn, umframt at gera aðrar dagføringar á Býarbókasavninum.

- Nú arbeiðið er liðugt kunnu vit øll fegnast um nýggjar umstøður til ungdómin á býarbókasavninum. Tað er ikki so langt síðan, at nýtt leikasavn til tey smærri børnini og familjurnar lat upp á býarbókasavninum. Eitt slóðbrótandi tilboð, sum hevur fingið stóra undirtøku.

- Nú er túrurin komin til tey ungu, og tað hava vit í mentamálanevndini lagt dent á. Vit hoyra ofta, at tey ungu lesa ov lítið, at tey fáa alla informatión og alt undirhald gjøgnum skíggjarnar heldur enn úr bókini. Ja, kanska vit vaksnu eru farin sama veg. Nakað er um tað, men so einfalt er tað heldur ikki.

- Hetta nýggja og fjølbroytta ungdómsbóksavnið í sjálvum miðbýnum bjóðar øllum ungdómi innar, og tað er sjón fyri søgn, at hetta ungdómsbókasavnið fevnir um so nógv annað enn um bøkur. Hetta er eisini eitt stað hjá ungdómi at vera saman, at hanga út og at stuttleika sær. Eitt pláss mitt í býnum bara til tey.

- Her ber eisini til at fara í ein lesikrók og gera skúlating ella at gera bólkaarbeiði saman við floksfeløgum. Ella at lesa eina viðkomandi ungdómsbók og gerast hugbundin av søguni, sum verður fortald so nógv djúpari og meira livandi enn flákrandi skíggin megnar at gera.

- Býarbókasavnið er týðandi mentanarstovnur fyri øll, ung sum vaksin, eisini tilflytarar úr øðrum londum. Frá politisku samstarvsfeløgum okkara í norðurlendsku høvuðsstøðunum vita vit, hvussu stóran dent tey leggja á bókasøvn og fólkaupplýsing sum heild, og vit eiga ikki at standa aftanfyri tey.

- Leiðslan og dugnaligu starvsfólkini her duga sera væl at tillaga tilboðini til ymsar málbólkar og áhugamál, ja, til broyttar tíðir, men har tit samstundis duga at endurnýggja bókasavnsfunktiónirnar. Býarbókasavnið kveikir og upplýsir og skapar umstøður til mentan, og hetta fer eisini at fevna um ungdómin uppaftur meira enn fyrr.

- Eg vænti og vóni, at ungdómurin fer at taka væl ímóti nýggju umstøðunum og tilboðunum á býarbókasavninum. Ungdómsbókasavnið er raðfesting bæði av ungdóminum og bókasavninum. Eg fari at takka øllum, sum hava staðið fyri byggingini, og teimum, sum hava ment sjálvt ungdómsbókasavnið.

- Eg fari at bjóða øllum ungdóminum vælkomnum í ungdómsbókasavnið, hetta er til tykkara at brúka. Samstundis fari at ynskja øllum starvsfólkunum til lukku við nýggju hølunum og blíðan byrð við virkseminum, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentanarnevndini.