Tíðindi - 27. juni 2025
Upprudding á vinnu- og havnaøkinum á Oyrareingjum

Vinnu- og havnaøkið á Oyrareingjum verður nú ruddað.
Einhvør, ið eigur eitthvørt, tað veri seg akfør, vognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn ella annað órudd á vinnu- og havnaøkinum á Oyrareingjum, og sum ikki hevur leigusáttmála við Tórshavnar Havn um økið, ið hetta stendur á, verður biðin um at rudda hetta burtur sum skjótast og í seinasta lagi 1. september 2025, annars verður hetta burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Um ivamál eru hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Tórshavnar Havn, telefon 31 17 62, ella við telduposti á port@torshavn.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna www.portoftorshavn.com