Tíðindi - 10. desember 2021
Uppskot til broyting av serstøku byggisamtyktini nr. 7 í Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri matr. nr. 1314, 1317a, 1321a, c, d, e, f, g, h, i og l í Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 3. desember 2021 til 14. januar 2022.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. januar 2022.
Uppskotið til serstøku byggisamtyktina sært tú her: