Tíðindi - 05. juli 2021

Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri neyst í Kollafirði

Nýggj serstøk byggisamtykt í Kollafirði ísv. ætlanir um at byggja neyst

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 208, 211a, 211c og 209b í Kollafirði í sambandi við ætlanir um at byggja neyst á økinum.

Økið, sum ætlanin er at byggja neyst á, liggur í E-øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum við serstakari byggisamtykt loyvir neystum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi undir Hoyringar á heimasíðuni og í Snarskivuni, á Vaglinum 11, frá 6. juli 2021 til 17. august 2021.

Almenn hoyring: Nýggj serstøk samtykt fyri neyst í Kollafirði