Tíðindi - 06. februar 2023

Urtagarðsbýurin – nýggj samtykt heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Urtagarðsbýurin1_Gongugøtan Vaglið
Urtagarðsbýurin2_Steinatún
1 / 2

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn.

»Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum og liggja til grund fyri nýggjari serstakari byggisamtykt fyri miðbýin.

Les alt um ætlanina á temasíðu okkara um heildarætlanina. Á temasíðuni sært tú millum annað simuleringsvideo av miðbýnum og upptøkur frá kunnandi borgarafundinum, ið varð hildin í Finsen mikudagin 25. januar 2023. Tú kanst harafturat gera viðmerkingar til skipanaruppskotið.

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna