Tíðindi - 29. januar 2021

Urtagarðsrøkt í útboði

Arbeiðið at røkja grønu økini í Tórshavnar kommunu verður boðið út í næstum.

Útboðið verður skipað í tveimum umførum. Fyrst verða úrvald øki boðin út í februar, og restin verður síðani boðið út í mars.

Tíðarskeiðið, arbeiðstøkan fevnir um, er tvey ár.

Veitarar, sum hava førleikar at røkja urtagarðar og annað urtagarðsarbeiði, eru vælkomnir at bjóða uppá arbeiðið. Arbeiðsuppgávurnar verða tøkar á útbjóðingarportalinum hjá Tórshavnar kommunu í næstum.

Neyðugt er at stovna ein vanga á útbjóðingarportalinum fyri at kunna bjóða uppá økini.

Vitja útbjóðingarportalin.