Tíðindi - 13. oktober 2025

Útbjóðing av barrvirkseminum í Reinsarínum og Perluni

Reinsaríið útbjóðing av barrvirksemi 2025

Tórshavnar kommuna, Mentamáladeildin, bjóðar hervið út leigumálið at reka barrina í Reinsarínum og Perluni, Tórsgøta 3 og 5, 100 Tórshavn.

Raksturin av barrini verður hesaferð boðin út í trý ár frá 1. desember 2025 ella skjótast til ber. Loyvishavari hevur ikki framíhjárætt, tá virksemið verður bjóðað út aftur. 

Mentanarhølir í miðbýnum er stovnur undir Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Leiðarin hevur ábyrgd av at leggja dagliga virksemið til rættis sambært galdandi reglugerð.

Freistin at bjóða er mánadagin 3. november 2025 klokkan 12.

Les meira um útboðið á síðu okkara um útboð í kommununi:

Útboð í kommununi