Tíðindi - 22. mai 2023

Útboð av grundøki í Kollafirði til raðhúsa- ella íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging. Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast sum íbúðir og/ella raðhús. Bústaðirnir kunnu verða bygdir sum eigara- og/ella leigubústaðir.

Freistin at lata inn tilboð er 10. juli 2023 klokkan 12.

Um útboðið

Bæði kommunuætlanin og bústaðarpolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu mæla til, at vit byggja fleiri bústaðir í kommununi. Tilflytingin hevur verið stór seinastu árini, og kommunan er tí í troti við bústøðum. Í Tórshavnar kommunu er eitt politiskt ynski um at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og á vári 2022 var farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matrikkli nr. 203c í Kollafirði til at byggja bústaðir á. Tíverri kom einki boð inn. Trotið á bústøðum og politiska ynskið um fleiri búeindir stendur tó við, og tí verður lendið við hesum bjóðað út aftur.

Tilgongdin er skipað soleiðis, at tilboðsgevarar skulu lata kommununi:

  • Váttan frá fíggjarstovni um fígging av keypinum
  • Frágreiðing um toymið. Tilboðið skal lýsa, hvussu tilboðsgevari er førur fyri at fullføra verkætlanina, og hvørjir luttakararnir eru, t.e. tekniskir ráðgevar, arbeiðstakarar, fíggjarstovnur v.m. Tilboðið skal eisini greiða frá neyðugum fakligum førleikum hjá manningini, greiða frá neyðugu útgerðini og møguligum tilvísingum til aðrar verkætlanir
  • Tekningar og frágreiðingar av skitsuuppskotinum, sum lýsa byggilistarlig snildi, skipan av fríøki, íbúðarhúsum, parkering og aðaltættunum fyri byggingina sum heild
  • Uppskot til tíðarætlan fyri verkætlanina
  • Væntaðan sølu- og/ella leiguprís fyri samlaðu verkætlanina

Útboðið er tøkt á útboðsportalinum hjá Tórshavnar kommunu. Her ber eisini til at kunna seg um tíðarfreistir og taka útbjóðingartilfarið niður í fullum líki.

Spurningar í sambandi við uppgávuna og útbjóðingartilfarið kunnu sendast á útboðsportalinum í seinasta lagi 12. juni 2023 og verða svaraðir á útboðsportalinum í seinasta lagi 16. juni 2023.

Fyri at lata tilboð inn á útboðsportalinum skal tilboðsgevi vera skrásettur brúkari. Tað er ókeypis at skráseta seg sum brúkara. Frameftir gongur øll kunning og samskifti fyri seg á útboðsportalinum.

Útboðsportalurin