Útboð av grundøki omanfyri Argjahamar til íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli 256 omanfyri Argjahamar til sølu til íbúðarbygging. Økið er á leið 3740 m2 til støddar og verður boðið út til bygging av umleið 11 íbúðarbygningum við í mesta lagi fýra hæddum.
Freistin at lata inn tilboð uppá lendið er 8. juni 2023 kl. 12.
Lendið omanfyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka økið á Argjahamri í nýtslu til býarmenning.
Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 m2 til støddar. Útbodna økið er partur av hesum matrikkli. Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.
Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar. Samlaða økið verður skipað í 7 bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking á 20% av verandi fólkatalinum á Argjum.

Útstykkingin verður skipað í stigum. Fyrsta stig er øki 3, sum við hesum verður boðið út til privatan mennara at keypa og byggja íbúðarbygningar á. Útboðið verður skipað á tann hátt, at tilboðsgevari letur tilboð upp á:
- Keyp av lendi
- Endakostnað fyri hvørja íbúð og/ella leigukostnað fyri hvørja íbúð
- Neyva frágreiðing um verkætlanina
- Neyva frágreiðing um toymið, sum bjóðar
Tilboðini skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 8. juni 2023 klokkan 12.
Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur brúkari. Tað er ókeypis at skráseta seg sum brúkara. Frameftir gongur øll kunning og samskifti fyri seg á útboðsportalinum.