Tíðindi - 06. januar 2023

Útboð av matrikklum undir Fjalli til bygging av íbúðum

Útboð til íbúðarbygging undir Fjalli 6 januar 2023_mynd

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum tríggjar matriklar út til bygging av íbúðum. Talan er um matr. nr. 1108, 1107 og part av matr. nr. 1166c undir Fjalli í Tórshavn.

Freistin at lata inn tilboð er 13. februar 2023 klokkan 12.


Um útboðið

Matriklarnir liggja í markinum millum tann bygda býin og hagan, og tískil skulu vegur og tekniskar leiðingar leggjast til stykkið. Matriklarnir liggja tó tætt við gerandishentleikar, so sum Glasir, Skúlan á Fløtum og Bónus, ið liggja undir 500 metrar frá økinum.

Matriklarnir liggja í brattlendi, og byggingin í økinum skal sostatt leggja seg í lendið á ein hátt, sum byggir uppundir og undirstrikar landslagið. Økið er upplagt til høga bygging og ynskiligt er, at íbúðarhúsini skulu vera skiftandi í skurði við høgari takreisn og vaksa í hædd upp móti fjallasíðuni.

Matriklarnir liggja í A2-øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, ið er lagt av til høga bústaðarbygging.

Útboðið verður skipað á tann hátt, at tilboðsgevari gevur prís upp á økið, har treyt er sett um, at tað einans kunnu byggjast íbúðir á stykkinum.

Tilboðini skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 13. februar 2023 klokkan 12.

Spurningar í sambandi við uppgávuna og útbjóðingartilfarið kunnu sendast á útboðsportalinum í seinasta lagi 23. januar 2023 og verða somuleiðis svaraðir umvegis portalin í seinasta lagi 30. januar 2023. Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur sum brúkari. Øll kunning og samskifti verður frameftir á útboðsportalinum.

Útbjóðingartilfarið sæst í fullum líki her: