Útboð av matrikklum við Villingadalsvegin til bygging av íbúðum

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin út, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til luta og/ella íbúðarbygging.
Freistin at lata inn tilboð er 13. februar 2023 klokkan 12.
Um útboðið
Matrikklarnir 1355 og 1356 liggja báðir vestan fyri Villingadalsvegin. Matrikklarnir liggja sum framhald av einum hamara. Hamarin gongur sum ein rond í ein útnyrðing frá ovara enda av Villingadalsvegnum og framvið Undir Fjalli og Miðhorn.
Býarskipanarliga er tað upplagt at arbeiða út frá grundregluni um, at tøku matrikklarnir framvið hamarinum fara til hægri bygging. Bæði tí at teir ikki taka útsýnið frá nøkrum, tí bygningarnir kunnu fáa útsýni yvir allan býin og tí hamarin skapar lívd fyri vesturættini. Ynskiligt er, at ein komandi útstykking á nevndu matrikklum verður fevnd av hesari grundregluni.
Sum nú er liggja matriklarnir í A3-øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Tað er upplagt at broyta byggisamtyktina fyri eitt størri øki í ein útnyrðing framvið hamaranum, hetta við tí fyri eyga at gera eina rond av hægri bygging fram við øllum hamarum. Mest skynsamt er tí at broyta almennu byggisamtyktina til økisáseting A2, sum er ætlað høgari bústaðarbygging.
Útboðið verður skipað á tann hátt, at tilboðsgevari letur tilboð upp á:
- Keyp av lendi umframt endakostnað fyri hvønn lut ella leigumál
- Neyva frágreiðing av verkætlanini
- Neyva frágreiðing av toyminum, sum bjóðar
Tilboðini skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 13. februar 2023 klokkan 12.
Spurningar í sambandi við uppgávuna og útbjóðingartilfarið kunnu sendast á útboðsportalinum í seinasta lagi 23. januar 2023 og verða somuleiðis svaraðir umvegis portalin í seinasta lagi 30. januar 2023. Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur sum brúkari. Øll kunning og samskifti verður frameftir á útboðsportalinum.
Útbjóðingartilfarið sæst í fullum líki her: