Lurta
Tíðindi - 01. desember 2022

Útboð av projektering og byggibúning av grundstykkjum á Velbastað

Útbjóðingartilfar matr.nr. 51a á Velbastað 2022

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út ein part av matr. nr. 51a á Velbastað, umleið 8.180 m2, til tilboðsgevara at koma við prísi uppá projektering og byggibúning av grundstykkjum til sethús.

Freistin at lata inn tilboð uppá arbeiðstøkuna er 15. januar 2023 klokkan 12.


Um útboðið

Seinastu 15 árini hevur Velbastaður verið ein bygd, ið hevur drigið at sær tilflytarar úr høvuðsstaðnum og aðrastaðni frá. Hetta hevur havt við sær ta jaligu avleiðing, at Velbastaður er vorðin ein barnarík bygd við fallandi miðalaldri, og síðan 2016 hevur bygdin verið størsta tilflytarabygd í Tórshavnar kommunu.

Tó er Tórshavnar kommuna áhaldandi í troti av bústøðum, og í juni 2022 bleiv samtykt at broyta byggisamtyktina fyri ein part av matr. nr. 51a á Velbastað, soleiðis at loyvt verður at byggja sethús í økinum.

Útboðið verður skipað á tann hátt, at tilboðsgevari gevur tilboð upp á:

  • Skipanaruppskot fyri økið
  • Projektering - íroknað myndugleikaviðgerð
  • Byggibúning

Ætlanin er, at kommunan síðan lutar stykkini út til privatpersónar at byggja síni sethús á.

Freistin at lata inn tilboð uppá arbeiðstøkuna er 15. januar 2023 klokkan 12.

Útbjóðingartilfarið sæst í fullum líki her:

Útboð av projektering og byggibúning av grundstykkjum á Velbastað